Tað var ein heilt serlig uppliving fólk fingu í Sundalagnum í gjár, tá ið tey sluppu nær at fýra augustum. Ein, sum slapp serliga nær, var tíðindamaðurin Heini Gaard
Fýra augustar lógu í allan gjár í Sundalagnum nærindis brúnna um Streymin. Dagur&Vika var saman við einari rúgvu av fólki og hugdi at hesi sjáldsomu sjón. Innslagið í Degi&Viku var av misgávum klipt av - men her er innslagið í fullari longd.
Í dag er støðan tann, at tann eini spermurin er deyður meðan ein er horvin. Nátturugripasavnið ætlar møguliga at reka teir tveir, sum eftir eru, norð ígjøgnum Sundalagið.
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum.
Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service-rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum.
Stjórnin handan Dag og viku leggur seg eftir at røkka einum breiðum málbólki, og innsløgini snúgva seg tí um evni bæði í tyngra og lættara endanum. Dagur og vika er tí alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.