- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagur & Vika
Vangamyndin: Nanna Skála 100 ár
20-02-2015
Ein av kendu býarmyndunum í Havn, Nanna Skála, fyllir 100 ár í dag. Í kvøld er hon vangamyndin í sjónvarpinum.
Sí samrøðuna við Nannu Skála, ið enn er eldhugað fyri mongu áhugamálum sínum.
Seinast í samrøðuni signerar Nanna »Tjúgufýratímabókina«, ið hon hevur týtt úr íslendskum.
Bókin hevur 365 tekstir, ið avhaldsfólk og onnur í Føroyum hava styðjað seg til í mong ár.
Dagur og vika
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.