Etos

Etos: Hvat er etikkur og hvat er moralur?
26-04-2020
Eru normar feldir inn í heimin?

Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, er gestur í Etos.

Vit spyrja: Hvat er rætt og hvat er rangt? Vit brúka orðini etikkur og moralur hvørt um annað, men kunnu og skulu vit grundgeva við kenslunum ella við viti og skili?

Hava vit etikk og moral í einum heimi, har ongi menniskju eru, ella er etikkur og moral bara tengdur at menniskjum?

Etos

Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum. Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Sokrates tosaði um gylta millumvegin
17-05-2020
Betri at vera ónøgt menniskja enn nøgdur grísur?
10-05-2020
"Menniskjan hevur vit og skil, og hevur tí eitt egið virði," sigur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi
03-05-2020
Eru normar feldir inn í heimin?
26-04-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020
  •