- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etos
Etos: Áðrenn og aftan á koronu
14-06-2020
Ber til at fyrireika fólk og samfelag til eina umfarssótt?
Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu!
Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað?
Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mitt í eyganum?
Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur ?
Skal samfelagið sleppa at yvirvaka borgaran meira? Hvussu við raðfestingum? Hvussu við okkara rættvísiskenslu? Og okkara rættindum í demokratiska samfelagnum ?
Etos
Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum.
Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
Menniskjan hevur vit og skil og hevur tí eitt egið virði
03-05-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020