- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etos
Etos: "Í eldraøkinum fært tú brúkt allar tínar førleikar"
19-10-2022
"Tað er mennandi at arbeiða á røktarheimi, tí tú mást brúka allan teg," sigur Mona-Maria úr Fugloy, sjúkrarøktarfrøðingur
Mona-Maria úr Fugloy er 52 ár. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense.
Komin heim til Føroya, so fór hon eftir seks árum aftur til Danmarkar og hevur hon arbeitt í sjúkrahúsverkinum, heimatænastuni, eldrarøktini og røktarheimum.
Í 2007 dagførdi hon sína útbúgving til nýggja bachelorútbúgving og tók ein kandidat í sjúkrarøktarfrøði, har fokus var á leiðslu og menning.
Fyri einum ári síðani flutti hon heim til Føroyar og er nú deildarleiðari á heiminum við Vágna við trimum deildum og 24 búfólkum og 46 starvsfólkum.
Sendingin er send í samstarvi við Sjúkrarøktaretiska ráðið og KVF.
Etos
Etos er sendirøð, sum varpar ljós á etisku søguna, etisk dilemma og hvussu menniskjan annars kemur til sættis ella ikki við galdandi etikk í samfelagnum.
Armgarð Arge tosar við lærara í filosofi, Jógvan D. Hansen.
"Menniskjan hevur vit og skil, og hevur tí eitt egið virði," sigur Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi
03-05-2020
Etos er nýggj sendirøð um etikk og etisk evni. Í dagsins sending viðgera vit tey etisku málini, sum daga undan, nú vit hava eina korona-umfarssótt
19-04-2020