Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 27. august 2022
27-08-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

11. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) onnur tekstarøð

Lukas kap. 7, 36-50 

Syndafull kona salvar Jesus 

v36: Men ein av Farisearunum beyð honum at koma og eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum og settist til borðs.  

v37: Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum  

v38: og stillaði seg aftan fyri hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høvuðhári sínum; og hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslunum.  

v39: Men tá ið Farisearin, sum hevði boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: «Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona.»  

v40: Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Símun, eg havi nakað at siga tær.» Men hann sigur: «Meistari, sig tað!»  

v41: Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti.  

v42: Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?»  

v43: Símun svaraði og segði: «Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.» Men hann segði við hann: «Rætt dømdi tú.»  

v44: Og í tí hann vendi sær móti konuni, segði hann við Símun: «Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.  

v45: Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat, frá tí eg kom inn, at kyssa føtur mínar.  

v46: Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum.  

v47: Av teirri grund sigi eg tær: Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.»  

v48: Men hann segði við hana: «Syndir tínar eru fyrigivnar.»  

v49: Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum: «Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?»  

v50: Men hann segði við konuna: «Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!» 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023