Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 3. september 2022
03-09-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Hetta heilaga evangeliið til tólvta sunnudag eftir tríeindardag skrivar Matteus evangelistur kap.12, 31-42

 

Spottan móti andanum 

v31: Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin.  

v32: Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi.  

v33: Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.  

v34: Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.  

v35: Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum.  

v36: Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.  

v37: Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.» 

Tekin Jónasar 

v38: Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.»  

v39: Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets.  

v40: Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.  

v41: Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!  

v42: Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
26-10-2023