- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið til tólvta sunnudag eftir tríeindardag skrivar Matteus evangelistur kap.12, 31-42
Spottan móti andanum
v31: Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin.
v32: Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi.
v33: Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.
v34: Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.
v35: Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum.
v36: Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.
v37: Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.»
Tekin Jónasar
v38: Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.»
v39: Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets.
v40: Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
v41: Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!
v42: Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!