Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 10. september 2022
10-09-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Til trettanda sunnudag eftir tríeindardag skrivar Matteus kap.20, 20-28

Onnur tekstarøð

 

Sebedeussynirnir biðja um heiðurssess 

v20: Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað.  

v21: Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!»  

v22: Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.»  

v23: Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.»  

v24: Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar.  

v25: Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð.  

v26: Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara;  

v27: og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara.  

v28: Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.» 

 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
26-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
14-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-10-2023
Theodor E. D.Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-09-2023