Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 17. september 2022
17-09-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin

Hetta heilaga evangeliið til fjúrtanda sunnudag eftir tríeindardag skrivar Jóhannes evangelistur 5,1-15
Onnur tekstarøð

 Betesda 

v1: Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem.  

v2: Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir.  

v3: Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring;  

v4: tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av).  

v5: Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár.  

v6: Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?»  

v7: Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.»  

v8: Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!»  

v9: Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin.  

v10: Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.»  

v11: Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!»  

v12: Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!»  

v13: Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum.  

v14: Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.»  

v15: Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.  

 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023