Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 1. oktober 2022
01-10-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin

16. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) 

Jóhannes kap.11, 19-45

Onnur tekstarøð 

 

v19: Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin.  

v20: Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima.  

v21: Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.  

v22: Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.»  

v23: Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.»  

v24: Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.»  

v25: Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr;  

v26: og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?»  

v27: Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.»  

v28: Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.»  

v29: Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara.  

v30: Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum.  

v31: Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har.  

v32: Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.»  

v33: Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði:  

v34: «Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!»  

v35: Jesus feldi tár.  

v36: Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!»  

v37: Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?»  

v38: Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí.  

v39: Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.»  

v40: Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?»  

v41: Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg.  

v42: Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.»  

v43: Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!»  

v44: Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!» 

 

Kajfas mælir til at drepa Jesus 

v45: Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024