Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 8. oktober 2022
08-10-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

17. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) 

Onnur tekstarøð 

Markus kap.2, 14-22

v14: Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum.  

v15: Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir,  

v16: og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?»  

v17: Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.» 

 

Um tað at fasta 

v18: Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?»  

v19: Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta.  

v20: Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi.  

v21: Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri.  

v22: Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!» 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023