Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 15.oktober 2022
15-10-2022
Símun Persson Jacobsen, prestur, skrivar og lesur lesturin

8. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) 

Onnur tekstarøð 

Jóhannes kap.15,1-11

Víntræið og greinarnar 

v1: «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.  

v2: Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst.  

v3: Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara.  

v4: Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.  

v5: Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.  

v6: Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna.  

v7: Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.  

v8: Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir. 

 

Kærleiksboðið 

v9: Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum.  

v10: Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara.  

v11: Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. 

 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
26-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
14-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-10-2023
Theodor E. D.Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-09-2023