- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
19. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Onnur tekstarøð
Jóh. 1,35-52.
Jesus fær sær lærusveinar
v35: Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara.
v36: Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!»
v37: Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus.
v38: Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir:
v39: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?»
v40: Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma.
v41: Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum.
v42: Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður).
v43: Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.)
v44: Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!»
v45: Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs.
v46: Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.»
v47: Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!»
v48: Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!»
v49: Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.»
v50: Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!»
v51: Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.»
v52: Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.»