Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 10. desember 2022
10-12-2022
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Triðja sunnudagur í advent 

Fyrra tekstarøð 

Matteus kap.11 vers 2-10

v2: Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann:  

v3: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»  

v4: Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja:  

v5: Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin.  

v6: Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»  

v7: Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum?  

v8: Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum.  

v9: Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet.  

v10: Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» 

 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023