- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Fjórði sunnudagur í advent
Jóhannes kap.1,19-28.
Doyparans vitnisburður
v19: Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?»
v20: Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.»
v21: Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.»
v22: Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?»
v23: Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.»
v24: Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna.
v25: Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?»
v26: Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna,
v27: hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.»
v28: Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti.