Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 7. januar 2023
07-01-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Fyrsti sunnudagur eftir trettanda.

Lukas kap. 2,41-52. 

Jesus tólv ára gamal í halgidóminum 

v41: Og foreldur hansara ferðaðust á hvørjum ári til Jerúsalem um páskirnar.  

v42: Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina,  

v43: og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki.  

v44: Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum.  

v45: Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey um aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir honum.  

v46: Og ikki fyrr enn tríggir dagar vóru farnir, tá funnu tey hann í halgidóminum, har sum hann sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir.  

v47: Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum.  

v48: Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann: «Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær.»  

v49: Og hann segði við tey: «Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?»]  

v50: Men tey fataðu ikki hetta orðið, sum hann talaði til teirra.  

v51: Og hann fór oman við teimum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.  

v52: Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023