Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 14. januar 2023
14-01-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, ksrivar og lesur lesturin.

Annar sunnudagur eftir trettanda 

 

 

Fyrra tekstarøð

Jóhannes evangelistur kap. 2,1-11. 

Brúdleypið í Kána 

v1: Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har.  

v2: Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara.  

v3: Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.»  

v4: Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.»  

v5: Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.»  

v6: Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur.  

v7: Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur.  

v8: Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum.  

v9: Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: 

 v10: «Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.»  

v11: Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023