- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Annar sunnudagur eftir trettanda
Fyrra tekstarøð
Jóhannes evangelistur kap. 2,1-11.
Brúdleypið í Kána
v1: Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har.
v2: Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara.
v3: Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.»
v4: Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.»
v5: Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.»
v6: Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur.
v7: Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur.
v8: Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum.
v9: Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann:
v10: «Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.»
v11: Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.