- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Triði sunnudagur eftir trettanda
Fyrra tekstarøð
Matteus kap.8,1-13.
Jesus grøðir spitalskan mann
v1: Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur.
v2: Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.»
v3: Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað.
v4: Og Jesus sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.»
Drongur herhøvdingans
v5: Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði:
v6: «Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.»
v7: Hann sigur við hann: «Eg skal koma og gera hann frískan.»
v8: Men herhøvdingin svaraði og segði: «Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur.
v9: Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.»
v10: Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv.
v11: Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki;
v12: men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.»
v13: Og Jesus segði við herhøvdingan: «Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!» Og drongurin varð frískur í somu stund.