- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Triði sunnudagur fyri føstu - sunnudagur septuagesima.
Fyrra tekstarøð - Matteus kap.20, 1-16
-
Bønarmenninir í víngarðinum
v1: Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín.
v2: Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín.
v3: Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum.
v4: Og hann segði við teir: «Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.» Og teir fóru.
v5: Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama.
v6: Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: «Hví standa tit her allan dagin fyri einki?»
v7: Teir siga við hann: «Tí at eingin hevur leigað okkum.» Hann sigur við teir: «Farið tit við út í víngarðin.»
v8: Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: «Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.»
v9: Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør.
v10: Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør.
v11: Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri:
v12: «Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.»
v13: Men hann svaraði og segði við ein teirra: «Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar?
v14: Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg.
v15: Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður?
v16: Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, tí at mong eru kallað, men fá útvøld».