Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 18. mars 2023
18-03-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Miðføstu sunnudagur  - fjórði sunnudagur í føstu.

Fyrra tekstarøð 

 

Jóhannes evangelistur kap. 6,1-15. 

Jesus gevur 5000 mat 

v1: Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið.  

v2: Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku.  

v3: Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum.  

v4: Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd.  

v5: Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?»  

v6: Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera.  

v7: Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.»  

v8: Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann:  

v9: «Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?»  

v10: Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali.  

v11: Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava.  

v12: Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!»  

v13: Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið.  

v14: Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.»  

v15: Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-12-2023
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin. Fyrsti sunnudagur í advent.
02-12-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-11-2023
Theodo E. D: Olsem, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D: Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
11-11-2023
Theodor E. D:Olsen. prestur, skrivar og lesur lesturin.
04-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
28-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
26-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
14-10-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
08-10-2023
Theodor E. D.Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-09-2023