Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 15. apríl 2023
15-04-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

Fyrsti sunnudagur eftir páskadag
Fyrra tekstarøð

Jóhannes evangelistur kap. 20,19-31.


Jesus opinberar seg fyri tíggju lærusveinum
v19: Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» 
v20: Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. 
v21: Jesus segði tá aftur við teir: «Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.» 
v22: Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: «Takið við heilagum anda. 
v23: Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.» 
v24: Men Tummas, ein av teimum tólv, hann, sum kallast Didymos (tað merkir: tvíburður) var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. 
v25: Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Vit hava sæð Harran!» Men hann segði við teir: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.»
Jesus opinberar seg fyri Tummasi
v26: Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: «Friður veri við tykkum!» 
v27: Síðan sigur hann við Tummas: «Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.» 
v28: Tummas svaraði og segði við hann: «Harri mín og Guð mín!» 
v29: Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!»

Endamálið við Jóhannesar evangeliinum
v30: Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki eru skrivað í hesi bók. 
v31: Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024
Marjun í Kàlvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
20-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-01-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-01-2024
Marjun í Kálvalið, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
23-12-2023