- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Hetta heilaga evangeliið til sætta sunnudag eftir páskir, eftir fyrru tekstarøð, skrivar Jóhannes evangelistur Jóh. 15,26-27,1-4.
Víntræið og greinarnar
v1: «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.
v2: Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst.
v3: Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara.
v4: Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.
v26: Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg.
v27: Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.»