Prát við artistar, ið fara á pallin á Summarfestival, umframt aðrar samrøður. Og reportararnir, Kára og Maria, skipa fyri Cliff Richard sangkapping.
Jógvan á Høvdanum, yngri, og Annbjørg á Høvdanum siga frá tíðini, tá Jógvan fríggjaði til Annbjørg á Vágsbø í 2012.
Bólkurin "I Am" ger come back og tosað verður við sangaran Birgir Sigurðsson. Prát við Brian McFadden og Keith Duffy í duettini Boyzlife. Prát við Jákup Andreasen, yngsti maður á KÍ-liðnum, sum skuldi spæla landskappingardyst móti Skála á Summarfestivalinnum.
Tveir limir í norska bólkinum, Highasakite, Ingrid Håvik og Øystein Skar, greiða frá bólki sínum. Rúni, Jógvan, og Nikolai syngja Congratulations og Livin' Doll í Cliff Richard-sakappingini. Saunavørðurin, Hans Kristian, greiðir frá ymsum í tí sambandi.