Norðdepil í Borðoynni er í Hvannasunds kommunu, og Hvannasund er í Viðoynni, men bygdirnar báðar eru knýttar saman við einari byrging frá 1974. Maria Ziskason Nesá og Jákup Magnussen skipa fyri sendingini, ið burturav er ognað hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin er 150 ár, og minnissteinur verður avdúkaður sunnudagin.
Tá Maria kom á staðið í morgun, var eitt grindadráp júst endað, og í tí sambandi prátaði hon við Dávid og sýslumannin, Karl Johansen. Aftaná setti hon borgarstjóranum, Katrin Næs, stevnu og saman fingu tær báðar lýst bæði kommununa og søguna.
Seinasta samrøðan í fyrra tímanum var í húsunum hjá "Jóannes fyri Handan", sum í 1867 bygdi annað húsið í bygdini. Hann var bóndasonurin í Hvannasundi, sum flutti yvir um sundið. Húsini eru sera væl varðveitt, og fróðamaðurin, Osvald Sivertsen, greiddi frá bæði húsum og slekt. Fyrst í seinna tímanum helt Jákup fram at halda mikrofonini, tá hann fór á gátt hjá Vilhelm Jørginsson, sum er tilflytari úr Klaksvík og eisini pápi við smáum børnum.
Eftir at hava hoyrt Vilhelm greiða frá, hvussu væl hann trívist í Norðdepli, hitti Maria grindaformannin, Elmar Simonsen, um býtið av dagsins hvalum. Jákup stýrdi orðafloyminum, tá prátað varð við Veroniku Petersen og Gunrid Kallberg um teirra íkast til hátíðarhaldið, nevniliga at endurliva gomul barnaspøl og í sendingini hoyra vit bæði børn – og Mariu og Veroniku – hoppa band.
At enda greiddi Pól Fuglø frá tunlunum norður um fjall, ið elva til stórt høvuðbrýgg, tí teir eru út av lagi ótíðarhóskandi. Prátið við Pól Fuglø var samstundis tað seinasta, sum Maria og Jákup fara at avrika við Ferðaliðnum í summar. Men sendingin heldur fram mánadagin við øðrum vertum.