Fyrr í summar gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak, sum tey róptu SheepView360. Tey settu nøkur myndatól á nakrar seyðir , sum gingu og mólu í haganum, og hetta varð so væl móttikið, at øll verðin hugdi at myndinum, sum seyðirnir tóku.
Visit Faroe Islands vildi lokka Google Street View til Føroya, og tað riggaði.
Í seinastuni hava fólk hjá Google verið í Føroyum og gjørt fyrireikingararbeiðið til Google Street View. Øll loyvir eru fingin upp á pláss, og um eina viku byrja upptøkurnar. Hetta fer væntandi at taka ein mánað, alt valdast veðri.
- Tað hevur kostað okkum tvær milliónir krónur at framleiða tilfarið til SheepView360, men afturfyri hava vit fingið eitt lýsingarvirði upp á góðar 200 milliónir krónur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Lurta eftir samrøðu við Guðrið.