Tað var manningin á einum norskum seglskipi, sum saman við ferðaleiðaranum Pól Sundskarð fann grindina, ið legði beinini í Hvannasundi í gjár. Tey vóru stødd norðuri í Ormadali í Viðoynni tá tey sóu grindina. Manningin við seglskipinum eru norðmenn, ið eru til avvenjingar fyri rúsevni. Tey eru vóru sera hugtikin av øllum sum fór fram í sambandi við grindadrápið. Í sendingini tosa vit við Pól Sundskarð og norðmenninir ið vit hitta eru eru Are, Kaja, Christian, Richard, Susanne og Sitan.
Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, greiðir frá, hví allir 67 hvalirnir beinanvegin vórðu fluttir við lastbili til Klaksvíkar.
Næmingarnir í Húsarhaldsskúla Føroya fingu eisini part í grindini, og Vár Jacobsen, næmingur, og Joan M. Sivertsen, lærari, greiða frá hvussu skúlin fer at gagnnýta grindina.
Norðmaðurin Olav Mæland úr Bømlo er føroyavinur burturav. Hann lærdi seg av fyrstan tíð at skilja føroyskt av kvøðuljómunum í Útvarpinum. Hann kennir seg veruliga heima í Føroyum. Vit hitta hann í Klaksvík, har hann býr hjá vinfólkum.
Hans Christian Øregaard er ein av mongum moyrum klaksvíkingum í dag. Fríggjakvøldið var hann í grind í Hvannasundi, allan leygardagin var hann til hendingaríka steypafinalu hjá KÍ og í dag hevur hann skorið grind upp. Hann sigur, at hetta hevur verið eitt stuttligt og strævið vikuskifti.
Rúni Vang Poulsen og Johanna á Bergi greiða frá, hvussu tað hevur gingið hjá, ávíkavist Smyril Line og Atlantic Airways í summar.
Og Símun Gulaksen og Eva úr Dímun greiða frá hvussu tey hava upplivað ferðafólkasummari í ávíkavist Fugloy og Stóra Dímun.