Fuglafjarðar skúli hevur evnisviku hesa vikuna mentanardagar eru í Fuglafirði. Evnið fyri mentanarvikuna er tilfeingi, og hetta evnið leggur skúlin eisini dent á.
5. flokkur ger kassabilar, og hesum greiðir Edmund Joensen lærari frá, og vit hitta eisini næmingarnar Eyðun, Margrethu, Bergtór og Mariu.
Jastrid á Dalbø, ið er annar av lærarunum ið skipa fyri evnisvikuni, greiðir frá tiltakinum.
6. flokkur hevur havt hønur, sum tey sjálvi klæktu. Nú eru allir hanarnir dripnir og skulu brúkast til matna á mentanarvikuni. Næmingarnir hava knýtt seg til hønurnar. Samrøður: Rebekka Jensen, lærari, Beinta og Pól Jóhannus, næmingar.
Tríggir teir yngstu flokkarnir arbeiða við barnarímum hjá fuglfirðinginum Aleksandur Kristiansen og gera lutir, ið verða nevndir í yrkingunum. Samrøður: Marta á Lakjuni, lærari, Elisa og Markus, næmingar.
Vit ringja til Gunnar Skúvadal og spyrja hvussu tað hevur verið ið ferðafólkum undir Vestmannabjørgunum í summar
Og Oliver Thomsen greiðir frá Kópakonuni, og hvussu stóra ávirkan hon hevur á ferðafólkastreymin í Kalsoynna.