Nú fríggjadagin verður nýggi Viðareiðistunnilin tikin í nýtslu. Í dag koyra Ernst Vágsgarð, formaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, og Tórður Mikkelsen frá gjøgnum tann ljósa og turra tunnilin. Ernst Vágsgarð greiðir eisini frá gamla Viðareiðisvegnum.
Jonny Johansen, arbeiðsformaður hjá Articon, greiðir frá teirra leikluti í tunnilsarbeiðnum.
Fyri hjúnini Hildu og Hanus Kjølbro á Viðareiði verður tað serliga stórt, at Viðareiðistunnilin nú er veruleiki. Fyri nøkrum árum síðani kom ein stórur steinur oman á bilin hjá Hanusi á Viðareiðisvegnum og bilurin bleiv vark. Hilda sigur, at tað var eitt Guds undur, at Hanus og tvey ára gamla dóttirin, ið var við, sluppu so væl.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, fortelur hvussu SheepView360 hevur megnað at lokkað Google til Føroyar.
Og Gunnar Nolsøe hittir kúrekastjørnuna Kris Kristofferson.