Undirhúsið á Toftum er blivið eitt fast savningarstað hjá nógvum eldri monnum á plássinum. Nú vit vitja har, er 65 ára føðingardagur. Vit gera fleiri samrøður og spyrja, hvønn týdning Undirhúsið hevur fyri hesar menn. Tórður hittir Haldor Gaardbo, William Hansen, Justinus (Ústi) Hansen og
Mattheus Fossdalsá.
Og í kvøld spælir U21-fótbóltslandsliðið móti Russlandi á Svangaskarði á Toftum. Vit hitta annan av landsliðsvenjarunum og tveir av U21-leikarunum. Tórður hitti venjaran Bill McLeod Jacobsen og leikararnar Hørður Askham og Magnus Egilsson.
Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV, greiðir frá nýggja motorinum á Vágsverkinum, ið varð alment tikin í nýtslu.
Hans Andrias Djurhuus, fortelur um áhugafelagsskapin Gjómaður og Gunnar tosar eisini við Jógvan Søren Hansen, leiðara fyri kvøldskúlarnar í havn, um stóra áhugan, millum fólk, fyri at sleppa á okkurt kvøldskúlaskeið í vetur.
Eisini ringdi vit umborð á Fiskaklett og tosaðu við skopuningin Joen Jacob Winther, hvussu tað gekk at taka havhest í ár.