Kokkur Leif Sørensen vil vita, um prísur og góðska hongur saman, tá vit keypa grýtur.
Oddvør Skarðhamar fer at gera eina vetrarsalat úr blomkáli. Eisini er tíð, at viga okkara kvinnur eina sístu ferð. Uppá 4 mánaðir, eru tær samanlagt lætnaðar heili 130 kilo. Hvør teirra er lætnað mest, og hvør man hava tikið uppá aftur?