Fólksins rødd

Úr savninum: Fólksins rødd
10-07-2022
- føroysk sendirøð frá 2011
Í summar vitja luttakarar frá ´Fólksins rødd´ í 2010 og 2011 útvarpssendingina, ´Gestastovan´, ið verður send mánadagar. Tátíðin verður samanborin við nútíðina og broytingar verða lýstar. Í hesum sambandi endursenda vit sunnukvøld nakrar av ´Fólksins rødd´ sjónvarssendingunum frá teimum árunum. Eitt av evnunum í Gestastovuni í úv í morgin er: Fólkini í Fólksins rødd siga sína hugsan um stættarmunin í føroyska samfelagnum. Um gjónna millum rík og fátøk. Gestur í Gestastovuni í morgin er: Dánjal Petersen. Hesa ferð vitja vit aðrar partar av Føroya landi og fáa vit enn fleiri sjónarmið - og óiva fáa vit eisini okkurt prikið. Fólksins rødd er sending, har fólk fáa høvi til at siga sína hjartans meining um ymisk viðurskifti, sum eru til umrøðu í tíðini. Í kvøld skulu tey siga okkum, hvørt tey halda, at munur er á fólki.

Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..

Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:

  • Sendingin er ikki frígivin enn.
    Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
    Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum.
  • Sendingin er tikin av heimasíðuni
    Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
    Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.

Fólksins rødd

Fólksins rødd er aftur - hesaferð  í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá føroyinginum - eitt nú pensjónistinum, miðnámsskúlanæminginum og fótbóltsvenjaranum. 

Tey luttakandi eru: Steinvør Fonn úr Klaksvík,  Jákup Andreas Funn Joensen úr Vestmanna, Jón Rói Høgnesen úr Norðagøtu, Kristian Jacobsen úr Runavík , Jákup á Borg úr Havn og Oddvá Nattestad úr Havn.

Prísvøkstur er evnið í fjórða og seinasta parti av Fólksins Rødd í hesi syftu.
21-03-2024
Evnið í triðja parti er gongd í haga.
14-03-2024
Evnið hesaferð er aldurdómur.
07-03-2024
Evnið í fyrsta parti er veðrið.
29-02-2024
Hesa ferð er evnið úrslitið av Løgtingsvalinum 2011
03-11-2011
Nú valfepurin hevur sett landið á skák og politikarar í hópa tal bjóða seg fram, lata vit fólki siga sína meining. Í kvøld er evnið hjartamál
27-10-2011
Í kvøld skulu røddirnar í Fólksins rødd siga teirra hjartans meining um manglandi fólkavøksturin í Føroyum
20-10-2011
Nú valfepurin hevur sett landið á skák, og politikarar í hópa tali bjóða seg fram, seta vit aftur Fólksins rødd á skránna - hesaferð í eini serligari valútgávu
13-10-2011
Fólksins røddir í sjónvarpinum siga sína hugsan um mentan við atliti til útjaðarasamfelagið
24-03-2011
Fólkini í Fólksins rødd siga sína hugsan um stættarmunin í føroyska samfelagnum
17-03-2011
Fólksins røddir siga sína hugsan um føroyska mannin. Hvussu hevur føroyski maðurin tað í roynd og veru?
10-03-2011
2012 er útnevnt til kostár. Hesa ferð er evnið matvanar
03-03-2011