Fólksins rødd

Fólksins rødd: Um fólkavøkstur
20-10-2011
Í kvøld skulu røddirnar í Fólksins rødd siga teirra hjartans meining um manglandi fólkavøksturin í Føroyum

Vit práta um hugtøk sum "brain drain", kvinnufráflyting og annað tílíkt, men sjálvandi á ein fólksligan hátt. Er fráflyting ein veruligur trupulleiki, og hvørjar avleiðingar fær hon, og hvat er til ráða at taka til tess at steðga fráflytingini?

Fólksins rødd

Fólksins rødd er aftur - hesaferð  í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá føroyinginum - eitt nú pensjónistinum, miðnámsskúlanæminginum og fótbóltsvenjaranum. 

Tey luttakandi eru: Steinvør Fonn úr Klaksvík,  Jákup Andreas Funn Joensen úr Vestmanna, Jón Rói Høgnesen úr Norðagøtu, Kristian Jacobsen úr Runavík , Jákup á Borg úr Havn og Oddvá Nattestad úr Havn.

Fólksins røddir siga sína hugsan um kvinnurnar og menninar, sum verða vald í politikk
24-02-2011
Hesa ferð tosa fólksins røddir um samkynt og tolsemi í føroyska samfelagnum
17-02-2011
Eru føroysk børn illani uppdrigin? Fólksins røddir siga sína hugsan um uppdragilsi hjá føroyskum børnum
20-05-2010
Fólksins røddir siga sína hugsan um list og mentan í føroyska samfelagnum
13-05-2010
Evnið hjá fólksins røddum hesa ferð er forboðs-Føroyar
06-05-2010
Fólksins røddir siga sina hjartans hugsan um útjaðaran í Føroyum
29-04-2010
Nú tað stundar til jóla, siga Fólksins røddir sína hugsan um stákanina til jóla
17-12-2009
Hvussu uppliva fólk kjakið um fíggjarlógina? Fólksins røddir geva sítt íkast til samfelagskjakið
10-12-2009
Fólksins røddir siga sínar hugsanir í kjakinum um fólkið og javnstøðu
03-12-2009
Fólksins røddir siga sína hugsan um átrúnað og kristna trúgv í føroyska samfelagnum
26-11-2009
Hvussu rakar fíggjarkreppan fólk í Føroyum? Fólksins røddir hjá sjónvarpinum siga sína hugsan um evnið
19-11-2009
  •