Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam á ferð í Íslandi
Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu ógvisliga kreppan í Íslandi ávirkaði fólkið.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.
Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.
Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam