Frætt og fregnað

Frætt og fregnað 3 (9:12)
09-10-2011
Í hesum níggjunda partinum eru vit í Tjørnuvík, har ein heilt serligur dagur er á skrá.

Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, sum hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og síðani verður seyðurin seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Tað er sanniliga ein heilt serligur dámur yvir norðastu bygdina á Streymoynni hendan dagin. Vit hoyra eisini um, hvussu bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttanfyri Føroyar. 

Frætt og fregnað

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.

Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Allarfyrsti partur av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum fyrstu ferð í 1999. Tey fýra evnini í fyrsta partinum eru úr fimm ymsum oyggjum.
27-03-2024
Annar partur av fyrsta umfarinum av "Frætt og fregnað" frá 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum
27-03-2024
Triði partur av fyrsta umfarinum av "Frætt og fregnað" frá 1999. Hesa ferð verður vitjað í Sørvági og á Skælingi.
27-03-2024
Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi.
23-12-2012
Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi
16-12-2012
Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu kreppan ávirkaði fólkið
09-12-2012
Í hesum fyrsta partinum eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.
02-12-2012
Hesa ferð verður Kvívíkin sett á breddan, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild.
20-11-2011
Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum.
06-11-2011
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" ein túr í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum.
23-10-2011
Í hesum níggjunda partinum eru vit í Tjørnuvík, har ein heilt serligur dagur er á skrá.
09-10-2011
Í hesum áttanda partinum verður vitjað í Lamba.
22-05-2011