- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011.
Bygdin Leynar við stóra sandinum er karmurin um hendan fimta partin av "Frætt og fregnað". Og okkurt av evnunum fer fram á sandinum. Vitjað verður eisini í Syðrugøtu og á Eiði.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.