- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 9. mai 1999.
Theodor Thomassen í Sørvági rør framvegis út við sínum seksmannafari, hóast hann er 90 ára gamal. Báturin hevur staðið uppi í vetur og er júst komin á sjógvin aftur. "Frætt og fregnað" er við fyrsta túrin í ár. Og hesin síðsti parturin er eisini merktur av árstíðini. Vit vitja á Skælingi, sum hesa ársins tíð ýður í lívi og spæli, bæði úti og inni.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.