Frætt og fregnað

Frætt og fregnað 1 (1:3)
27-03-2024
Allarfyrsti partur av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum fyrstu ferð í 1999. Tey fýra evnini í fyrsta partinum eru úr fimm ymsum oyggjum.

"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum 28. februar 1999. 

Sendingin "Frætt og fregnað" vendir sær til bæði ung og gomul. Fýra evni eru hvørja ferð ymsastaðni úr landinum. Talan er um evni vit ikki hoyra um í dagliga kjakinum. Kortini eru tey av stórum týdningi í føroyska gerandisdegnum. "Frætt og fregnað"-liðið hevur sín egna bil og við honum fara tey saman við hyggjaranum úr einum stað í annað, og frá einum evni til annað. Tey fýra evnini í fyrstu sendingini eru úr fimm ymsum oyggjum. Vertirnir í "Frætt & Fregnað" eru Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen. Fotografur er Jógvan Eli Dam, sum í hesi fyrstu sendingini hevur Bjørg Mohr aftrat sær.

Frætt og fregnað

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.

Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Mikladalur í Kalsoynni, sum serliga er kend fyri søgnina um kópakonuna, er karmur um henda sjeynda partin av "Frætt og fregnað"
08-05-2011
Oyndarfjørður er ein gomul og sera hugnalig bygd.
17-04-2011
Bygdin Leynar er karmur um fimta partin av "Frætt og fregnað" hesu ferð. Men vitjað verður eisini í Syðrugøtu og á Eiði.
03-04-2011
Í fjórða parti verður farið til Bø
20-03-2011
Triði partur vitjar í Saksun.
06-03-2011
Hesa ferð vitjar Frætt og fregnað í niðrastu bygdini í Suðuroynni, Sandvík.
20-02-2011
Triðja umfar av Frætt og fregnað byrjar við einum samandrátti av eldri partum.
06-02-2011
Hesa ferð verður vitjað í syðstu bygd í Eysturoy, í niðursetubygdini Æðuvík, sum seinastu árini er vorðin kend sum jólabygdin burturav.
28-11-2010
Í kvøld vitja vit í Dali, syðstu bygdini í Sandoynni, har fólk greiða frá ymsum viðurskiftum. Og vit eru eisini í einum óvanligum føðingardegi
14-11-2010
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" á Slættanesi, sum var avtoftað mitt í sekstiárunum.
31-10-2010
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" á vitjan í gomlu bóndabygdini í Kaldbak ein sera vakran heystardag.
17-10-2010