Frætt og fregnað

Frætt og fregnað 1 (2:3)
27-03-2024
Annar partur av fyrsta umfarinum av "Frætt og fregnað" frá 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum

"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 18. apríl 1999.

Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni.

Hetta er onnur av trimum sendingum í hesum umfarinum. "Frætt og fregnað" flytur seg kring landið í egnum bili. Fotografur er Jógvan Eli Dam, og teir báðir vertirnir, Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen, gera eisini sjálvir eitt innslag í part.

Frætt og fregnað

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.

Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Grótgarðarnir á Viðareiði eru nakað heilt serligt, teir eru best prógvið um, hvussu nógv arbeiði tey gomlu løgdu í at lívbjarga sær. Og tí skulu teir varðveitast.
19-09-2010
Í Fámjin hava tey nú skipaðar túrar, so ferðafólk hava betri høvi at síggja eina av vakrastu bygdunum í landinum
21-05-2010
Hesa ferð vitjar "Frætt & Fregnað" í Svínoy, har tosað verður við fólk um ymisk viðurskifti í bygdini.
07-05-2010
Hesa ferð verður gerandisdagurin hjá fólki, ið búleikast við Gjógv, lýstur.
23-04-2010
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" í Skúvoy, har fleiri forkunnug evni í bygdini verða lýst.
26-03-2010
"Frætt og fregnað" er aftur góð 10 ár eftir fyrsta umfar. Í hesari fyrstu sendingini av øðrum umfari skulu vit frætta úr Nólsoy
12-03-2010
  •