Góðan morgun Føroyar

SSP í 10 ár
07-11-2019
Í tí sambandi verður hátíðarhald á Hotel Føroyum 8. nov

Í morgin er tað tíggju ár síðani samstarvið 'SSP' byrjaði. Í tí sambandi skipa tey fyri einum kveikingardegi á Hotel Føroyum, har tey fagna felagsskapinum, liva og læra um hvønn týdning tað hevur at øll børn og ung sleppa í part.

- Samanborið við onnur lond, so skikkar føroyski ungdómurin seg væl. Hetta sigur Jógvan Kallsgarð Joensen, brotsfrøðingur, sum hevur gjørt eina kanning um føroyskan ungdóm og kriminalitet. Jógvan fer at halda ein fyrilestur um kriminalitet og støðuna hjá teimum ungu.

- Tey týdningarmestu, tá man tosar um fyribyrging, tað eru ikki tey ungu - tað eru foreldrini. Tað eru foreldrini, sum vit skulu hjúkla um, og vísa á týdningin hjá teimum, fyri at børn og ung trívast. Soleiðis sigur Óli Rubeksen, SSP ráðgevi.

Kveikingardagurin verður á Hotel Føroyum 8. nov. frá kl. 9-16. 

Skráin sæst her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina her
09-06-2023
"The Most Remote Restaurant in the World", eitur nýggi heimildarfilmurin, sum Viaplay hevur gjørt um føroysku Michelin matstovuna KOKS
09-06-2023
Hvat heldur panelið um, at landsstýrið nú fer í hernað í móti royking? Og skilja tey, at ferðafólk gjørdust kløkk, tá ið tey skuldu rinda 500kr í Mykinesi?
09-06-2023
Hoyr alla sendingina her
08-06-2023
Petur Martin Johannesen veit ikki um aðrar føroyingar, sum ganga langar túrar berføttir
08-06-2023
Nú skal setast inn móti royking og tí, sum hartil hoyrir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
07-06-2023
Veðrið, royking, húsaumvæling, gongd í haga
07-06-2023
Hoyr alla sendingina
06-06-2023
Hoyr alla sendingina
05-06-2023
Viðhvørt hava mammur roynt at fingið limaskap í bólkinum, Pápar í Føroyum. Tær umsóknirnar hava kortini ikki verið gingnar á møti, sigur Rúni Nielsen, stovnari
05-06-2023
Panelið viðger skúlapróvtøl, óljóð frá snildfonum og spurningin um, meira er millum himmal og jørð?
02-06-2023
Nýtt lag frá Byrta, veðrið, dansa fyri Iran, dokumentan og fríggjadagspanel
02-06-2023