Góðan morgun Føroyar

Sangur hjá Marius stolin
08-11-2019
Hann er so líkur Going Home, at tað ikki kann vera tilvild, sigur Hans Marius Ziska

Tað var onkur, sum skrivaði til mín á Instagram og spurdi, um eg hevði hoyrt sangin hjá Forrest Fires, sigur Hans Marius Ziska.

- Eg bleiv eitt lítið sindur sjokeraður, tá eg hoyrdi sangin, viðgongur hann.

Sangurin hjá Forrest Fires minnir ógvuliga nógv um Going Home, sum Hans Marius Ziska og Allan Tausen gjørdu saman í 2012.

Árið eftir spældu teir sangin á eini stórari kanadiskari útvarpsrás.

Og tað er júst tann útgávan, ið hoyrist serliga væl aftur í útgávuni hjá Forrest Fires, sum er frá 2016.

Hans Marius Ziska sigur, at hann ikki ætlar at gera so nógv burtur úr hesum. Hann fer tó at boða Koda frá.

Á onkran hátt er tað eitt kompliment, at hesin maðurin velur at kopiera mín sang, men sjálvandi er hetta ikki í lagi.

Um øll gjørdu hetta, hvar endaðu vit so, hugleiðir føroyski tónleikarin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024