Góðan morgun Føroyar

Trap Føroyar í nýggjum hami
14-01-2020
Fyrr var handbókin bert á donskum, men hesa ferð kemur hon út bæði á føroyskum, donskum og enskum

Síðan miðskeiðis í 1800 talinum eru handbøkurnar Trap Danmark komnar út. Hetta bókaverkið er ein sera víðfevnd lýsing av einari tjóð - bæði søguliga, mentanarliga, samfelagsliga og annars tað, sum myndar grundvøllin fyri víðari vøksturin í landinum.

Nú verður arbeitt við at at geva Trap Føroyar út í nýggjum, flottum hami - 300 myndprýddar síður, sum skulu skrivast av mongum fakfólkum. Eisini er ætlanin, at tilfarið verður talgilt.

Jóan Pauli Joensen, professari, verður ein av ritstjórunum á verkætlanini.

Hann sigur, at tað fyrst og fremst er ein spurningur um fígging. Størsti parturin verður fíggjað av donsku stjórnini, men Føroyar skal eisini gjalda sín part. Trap Danmark í síni heild fær 160 milliónir krónur í stuðul. Í Føroyum fer tað at kosta áleið fimm milliónir at geva út.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024