- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ung í arbeiði seta vit sum oftast í samband við at ungdómar í tvær vikur hvørja summarferiu fríðka um kommununa. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.
Í Klaksvík hava tey víðka hetta átakið til at fevna um kommunala og privata arbeiðsmarknaðin. Tað merkir at ungdómur alt árið kann søkja sær frítíðarstarv, sum passar til teirra áhuga og styrkir.
Nýggi starvsportalurin, www.uia.fo, er nýggja síðan, har ung í aldrinum 15-16 ár kunnu venda sær, um tey ynskja eitt frítíðarstarv.
Ung í arbeiði er til tín, ið ynskir eitt frítíðararbeiði í Klaksvík, men ikki heilt veit, hvussu tú skal bera teg at. Hettar merkir, at tá ið tú setur teg í samband við UÍA, ja so hevur tú longu áhuga fyri arbeiðinum.
Tú hevur nú avgjørt, at tíðin er komin hjá tær at taka fyrsta stigið inn á lokala arbeiðsmarknaðin. Hendan avgerðin er ein varði í tínum lívi, og UÍA vil fegin fylgjast við tær á tínari leið.
UÍA ásannar, at ungdómstíðin er ein tíð, har tú bæði skal finna tína egnu leið, eins og tú skal finna teg til rættis saman við øðrum í okkara lokalsamfelag. Ígjøgnum frítíðararbeiði, lærir tú grundleggjandi førleikar, ið hava virði, bæði í arbeiðs- og gerandislívi tínum.
Endamálið við Ung í arbeiði í Klaksvík, er at skapa karmar, ið stimbra tína megi, at taka ábyrgd yvir fyri egnum lívi og felagsskapinum.
Morgunsendingin hitti Duritu Samuelsen, verkætlanarsamskipara - og Mariu Josephsen og Malenu Olsen, sum hava fingið starv gjøgnum UÍA.