Góðan morgun Føroyar

Mobil-upplýsingar til sølu: Kann henda í Føroyum
11-05-2020
KT-frøðingur greiðir frá, hvussu føroyingar kunnu forða fyritøkum í at finna útav, hvar teir ferðast.

- Góðtak mína app, og eg skal siga øðrum, hvar tú ert.

Soleiðis er søgan hjá norðmonnum í tíggjutúsundatali, hvørs mobil-upplýsingar ein bretsk fyritøka hevur savnað saman og selt víðari til norska kringvarpið NRK.

Og soleiðis kann søgan eisini vera hjá føroyingum, sigur Torben Nielsen, kt-frøðingur, ið rekur appina alarm.fo.

 - Tøknin er hini sama, sigur hann.

Talan er um tíðarfestingar og GPS-koordinatiónir. Út frá hesum ber til at finna útav, hvør eigur hvat.

NRK hevur sporað seg fram til, at 30 ára gamli Karl Bjarne Bernhardsen eigur nakrar av upplýsingunum. Tað er eydnast NRK at finna eitt týðiligt mynstur yvir, hvussu og hvar Karl Bjarne hevur ferðast í fjør.

NRK: Avslørt av mobilen

Fyritøkurnar fáa atgongdina ta sekundið, ið tú góðtekur treytirnar, tá tú leggur appina á telefonina. 

Oftast stendur har, at tær einans nýta upplýsingarnir til innanhýsis marknaðarviðurskifti; men tað hendir meira enn so, at orðingarnar eru so leysar, at tær kunnu tolkast sum, at tað er lógligt at geva upplýsingarnar víðari.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024