Góðan morgun Føroyar

Undirvísingin verður lagað til hvønn einstakan
18-05-2020
Nú verða fyrstu pisurnar á serbreytini á Glasi floygdar

Fríggjadagin var síðsti skúladagur á Glasi. Tá fingu vit orðið á tveir næmingar og samskiparan á serbreytini.

- Tá fólk koma á serbreytina, hyggja vit at styrkjum og veikleikum hjá hvørjum næmingi. Síðani leggja vit eina ætlan eftir tí, sigur Katrin Olsen, ið er samskipari á serbreytini.

Undirvísingin leggur dent á samleikamenningina og trivnaðin.

Undirvíst verður í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, o.s.fr.

Harafturat verður undirvíst í ymiskum handverksyrkjum og kroppi og heilsu.

Seinnu helvt av fýra ára langa skúlaskeiðnum eru næmingarnir lutvíst í starvsvenjing.

Sharada Ýr Unadóttir og Elis Michelsen lata væl at skúlanum, og tey fara ikki at sita hendur í favn, nú skúlin endar.

Sharada fer at hjálpa til á Glasi. og Elis hevur fingið arbeiði hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum.

Katrin Olsen ger vart við, at um onkur hevur hug at søkja, so eru enn nøkur tøk pláss á serbreytini næsta skúlaár.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024