- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Seinasta árið hevur verið hendingaríkt fyri ADHD-felagið. Millum annað hevur felagið fingið nýggja heimasíðu; tey hava fingið samstarv við ADHD feløgini í norðanlondum; nýggj ADHD klinikk verður sett á stovn; í desember fingu tey stóra adventsgávu og fleiri ung fólk eru vald í nýggju nevndina.
Eisini eru tey í holt við landsumfatandi átak, ið ber heitið 'viðurkenning'. Endamálið er at gera ADHD/ADD meira kent millum foreldur, fólk, politikarar og fakfólk, soleiðis at lættari er at tosa um tað, so tey við ADHD fáa ta neyðugu hjálpina.
- Hóast fleiri góð framstig, so eru framvegis nógvar avbjóðingar, sigur Bjørg Dam, forkvinna í felagnum.
Í fólkaskúlanum rópa lærarar neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD. Felagið harmast um, at ein so stór fólkaskúlaverkætlan sum Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar ella pláss til at fáa serflokkar. Eftir teirra tykki eiga allir skúlar yvir 200 børn at hava serflokkar.