Góðan morgun Føroyar

Stóra ríðingarhøll við sjálvbodnum arbeiði
26-08-2020
-Tey ungu í Vágum fáa stóra gleði av ríðingarhøllini í Miðvági, sigur Regin Poulsen. Hann vónar, at høllin verður liðug næsta summar

Ríðingarhøllin, sum kemur upp á Prestlandinum í Miðvági og sum í framtíðini skal verða ríðingarhøll fyri alla oynna, er gamli Timburhandilin hjá Kjølbro, ið stóð uppi við Borðoyarvík í Klaksvík.


Regin Poulsen, kassameistari í Vága Ríðingarfelag, sigur, at nú eru fleiri ár síðani teir byrjaðu, men málið er at høllin skal takast í brúk næsta summar. Felagsfjós verður bygt afturat høllini.

 

Nevndarlimurin í Ríðingarfelagnum sigur, at nógv ross eru í Vágum og her er sera væl eygnað at ríða, tí oyggin er harðvallað og tað ber til at ríða langar og ymiskar túrar í vøkru náttúruni.


-Høllin verður eitt stórt framstig. Sum er fara ung í Vágum til Havnar at ríða um veturin, tí vit hava onga høll her vesturi. Ti hevur tað skund at fáa høllina lidna, sigur Regin Poulsen.

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024