Góðan morgun Føroyar

At byggja modellbát krevur gott tol
10-09-2020
Holgar Jacobsen hevur gjørt ein fjarstýrdan modellbát. Fyrsti royndartúrurin gekk væl

Tey flestu munnu seta Holgar Jacobsen í samband við tónleik. Hann er kendur úr Holgar og villmonnum, Tinganest og hevur givið nógv út á egnum beinum.

Hann dugir tó annað enn at fáast við tónleik. Fyri stuttum legði hann seinastu hond á ein snotiligan, fjarstýrdan modellbát.

Pápi mín gjørdi fleiri modellskip. Eg plagdi at fylgja væl við tá, men so bleiv eg vaksin, sigur Holgar Jacobsen, brosandi.

Báturin, sum hann hevur bygt, er ein 50 tonsari. Hesir vóru rættiliga vanligir fyrr, og mær hevur altíð dámað so væl skapið á teimum. Haldi teir eru arkitektoniskt meistaraverk, sigur Holgar Jacobsen.

Hann fór undir arbeiðið í februar, og nú er næstan komið á mál. Enn manglar tó trolið og onkur annar smálutur.

Nógvir tímar eru brúktir, men korona hjálpti væl. Tá bleiv eg sendur til hús og kundi hugsavna meg um modellbátin, sigur Holgar Jacobsen, ið ætlandi fer undir okkurt nýtt modell seinni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024