Góðan morgun Føroyar

Fyrstu tríburar í 16 ár
14-09-2020
- Hetta er fantastiskt, siga Bogi og Inga Thomsen, sum júst eru blivin foreldur at tríburum

Fantastiskt og nógv.

Soleiðis lýsa Bogi og Inga Thomsen kensluna, nú tey eru vorðin foreldur at tríburum.

Tað var tann 3. september 2020, at tey gjørdust foreldur at tveimum gentum og einum drongi. Hetta er fyrstu ferð seinastu 16 árini, at tríburar eru føddir í Føroyum.

Frammanundan eiga Bogi og Inga Thomsen eina tvey ára gamla dóttir.

- Tað er stórur mumnur á at ganga við einum barni og so at bera trý. Eg veit ikki, um tað nakrantíð var friður í búkinum, og eg gjørdi ikki nógv annað enn at sova og eta. Men tað var lítið pláss til at eta, tí børnini tóku nógv pláss í búkinum, sigur Inga Thomsen.

Í morgunsendingini fortaldu Bogi og Inga Thomsen um nýggju tilveruna sum foreldur at tríburum.

Sambært hagtølum eru 10.000 barnsburðir ímillum hvønn tríburabarnsburð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024